Jan Pattison D.A.
(Diploma of Art) Jan heima hjá Petru Toftum í Havn í 1970 Jan fær sær ein kaffimunn saman við Petru Toftum heima hjá henni í Niels Finsensgøtu. Petra lat fegin Jan fáa stovuna hjá sær til at mála í burturav (sjálvt um tað óruddaði illa!). Petra var altíð spent at síggja, hvussu gekst við málningunum, og henda myndin er tikin í einum kaffisteðgi. Hesir nógvu kaffimunnar komu væl við og góvu samstundis Petru møguleika at fylgja við gongdini. |
|