English

Jan Pattison D.A. (Diploma of Art)
landslagsmálari

 

Jan Pattison hevur hægri listaútbúgving frá Glasgow School of Art

Jan Pattison tók prógv sum listamálari á kenda listaskúlanum Glasgow School of Art í 1973 aftaná 4-ára útbúgving. Tá hevði hon longu vitjað í Føroyum tríggjar ferðir til at mála. Beinanvegin, hon kom til Føroya, vaks fram í henni ein djúpur alskur til tað serliga huglagið í Føroyum og til landslagið. Hon búði í Havn hjá Petru Toftum í Niels Finsensgøtu (sí myndina ovast t.v.) og fekk sostatt møguleika at kunna seg við føroysku mentanina beinleiðis. Hon tók oyggjarnar til sín og kendi seg beinanvegin heima í Føroyum.

Aftaná lokið prógv stovnaðu Jan - og maður hennara Peter, ið er hálvur føroyingur - sína egnu fyritøku. Talan var um framleiðslu við støði í sniðgeving. Fyritøkan fekk tilluttað eina "Queen´s Award for Enterprise", sum er størsti heiðurin í Bretlandi innan vinnuframtøk. Jan hevur nýliga selt síni vinnuáhugamál, og nú báðar døturnar, sum eisini eru áhugaðar í list, eru vaksnar og fluttar heiman, hevur Jan betri tíð at gera meira við málningalistina, ið er tað, hon veruliga brennur fyri.

Jan og Peter, sum ígjøgnum árini javnan hava ferðast til Føroya, keyptu sær í 2005 eini hús á Eiði, har Jan hevur eina arbeiðsstovu. Sostatt er dreymurin nú gingin út um at kunna ferðast til Føroya oftari, mála í frítíðini og annars vera saman við familju og vinum í Føroyum.

   
Framsiða I Málningar I Samband I Um listakvinnuna

website created by Designall - email webmaster
- All images © pp photography